Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen í miðjuni, og ritstjórarnir Marjun Ziskason til vinstru og Gunvá Magnussen til høgru

Grafikarin, Anna Simonsen, og rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen, arbeiða við "Finku" hjá Grafia í Klaksvík

NÁM: Týsdagin 9. juni 2020 kl 15:00 verður nýggja bókin "Finka" løgd fram í Námi við Hoyvíksvegin 72 í Havn. Høvundurin Marianna Skarðenni Poulsen verður til staðar, tónleikur verður at hoyra og kaffi og kaka verður at fáa. Øll eru vælkomin til bókaframløguna.

Marianna Skarðenni Poulsen vann skúlabókakappinga, sum Nám skipaði fyri í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.

”Finka”, sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin.

Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga.

Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við ”Finku” er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki.

Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi.

Grafikarin, Anna Simonsen, og rithøvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen, arbeiða við "Finku" hjá Grafia í Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo