40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir fleiri ár við grønum tølum á botnlinjuni er almenna partafelagið Fiskaaling aftur farið í reytt. Hallið í fjør var 624 tkr. Tað skal samanberast við vinning uppá 354 tkr í 2019. Ein orsøkin skal finnast í minkandi nettosølu, hon minkaði úr 27 mió kr í 2019 til 23 mió kr í fjør.

Samlaði vinningurin seinastu trý árini undan tí nú umtalaða var slakar 6,5 mió kr

Fiskaaling hevur negativa eginogn á fimta ári, men leiðslan sigur í frágreiðingini, at raksturin er í tryggari legu.

- Orsøkin (til úrslitið, red) er Koronafarsóttin, sum viðførdi avlýsingar av eini røð av tænastum, sum Fiskaaling veitir, umframt at seinkingar vóru í fleiri inntøkum, verður sagt.

Fíggjarstøðan javnvigar við góðum 15 mió kr.

Endamálið hjá Fiskaaling er at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, at reka vinnuligt virksemi innan hetta virksemisøki og annað starv í hesum sambandi.

Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í partafelagnum Fiskaaling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo