Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Eitt ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi. Tað undir Íslandi landar mánadagin, og vit rokna við at tað við Føroyar landar mitt ella síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru fýra undir Føroyum og eitt undir Íslandi.

Soleiðis skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri næstu viku.

Streymurin verður harður í vikuni, men veðrið verður gott, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, hin er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu. Teir landa síðst í vikuni.

Tey flestu pørini eru eisini til fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin í síni meting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo