40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Brunsj.

Kaffi og heimagjørdur rómabolli.

Matpakki.

Salat við m.a. laksi.

Fiskasuppa við bæði laksi og saltfiski.

Smyrjibreyð.

Brunsj.

Brunsj.

Kaffi og heimagjørdur rómabolli.

Matpakki.

Salat við m.a. laksi.

Fiskasuppa við bæði laksi og saltfiski.

Smyrjibreyð.

Fiskastykkið í Sandavági er ein av matstovunum sum hevur verið nógv merkt av korona, men nú verður latið upp aftur.

Tey hava ikki brúkt tíðina til onki, nú ímeðan tað hevur verið stongt, men hava fingið navnframa kokkin Gutta Winther til at rætta matsrkánna til og seta sín professionella dám á hana.

Matstovan er staðsett Úti í Gjógv, har fiskur varð saltaður og turkaður, og tí er ikki so løgið at fiskur fyllir nógv í matskránni.

Fiskastykkið er sera hugnalig matstova, har nógv av tí gamla er varðveitt, bæði við gomlum reiðskapi og myndum á vegginum. Eisini ber til at spáka sær ein túr út á sjálvt fiskastykkið, sum nú er endurbøtt og sett í sama stand sum tað var fyri 100 árum síðani.

Á matarkortinum er nóg nógv at velja í, bæði til tann kaffitysta, svanga og tann sum bara mungar. Prísirnir liggja báðu megin 100 krónu seðilin og tú fært nógv fyri pengarnar.

Fiskastykkið letur upp í morgin, fríggjadagin, klokkan 10.

Kaffi og heimagjørdur rómabolli.

Matpakki.

Salat við m.a. laksi.

Fiskasuppa við bæði laksi og saltfiski.

Smyrjibreyð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo