Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli 2020 eru 2.815 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir við umsóknarfreist mikudagin 3. juni 2020.

Fiskimálaráðið fekk 22 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans var søkt um 13.500 tons. Eftir innanhýsis viðgerð, og í samráð við Havstovuna, eru 10 umsóknir játtaðar,  tilsamans 2.815 tons av makreli.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirði og møguligt nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni, sigur Fiskimálaráðið.

Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, falla aftur til Fiskimálaráðið pr. 31. desember og kunnu ikki leingjast til næsta ár.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. desember 2020.

Les um royndirnar verkætlanirnar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo