Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Fiskiskapurin á Føroyabanka í 2023

Spurningar:
1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimun trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka í 2023?

2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroya Banka í 2023?

3. Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?

4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær?

Viðmerkingar:
Føroyabanki hevur nú verið opin í tvey ár fyri fiskiskapi, tó bert við einari eitt ára serskipan á hvørjum ári. Dentur hevur bæði árini verið lagdur á, at tað bert er tann parturin av flotanum, sum nýtir húk, ið hevur veitt har.

Tó varð fordeilingin av døgum millum bólkarnar broytt frá fiskiárinum 2022 til fiskiárið 2023.

Tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu Føroyabanki sum fiskiøki roynist, og um tað eru broytingar í mun til fiskiárið 2022.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 27. februar 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo