40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað kendist vælgerandi at koma inn í tann kristna felagsskapin. Tann fyrsta tíðin var góð og full av góðsku. Vit vóru móttikin við heitum hjørtum og opnum ørmum.

Kirkjuliðið var opið og livandi. Andin var góður. Brøðralagið fevndi hin einstaka. Tær ytru umstøðurnar vóru í lagi. Lyftini um Jesu hjáveru vóru staðfest. Tað var als einki at fýlast á. Vit kendu okkum heima.

Sum árini gingu hendi nakað innaní okkum sjálvum, ið spakuliga kom sníkjandi uttan fráboðan. Tað glaða lyndið fekk mótburð og eitthvørt at stríðast við.

Persónliga gekst ikki sum væntað. Onkursvegna kendu vit okkum miseydnað innan kirkjugátt. Vit hugdu inneftir. Rannsakanin økti um mistreystið. Tað var ikki samsvar millum ætlanina og veruleikan. Best var at fara og lata hurðina varisliga aftur.

Søgan um fjaðursár kristin hevur mong andlit. Onkra veika løtu tey seinastu fjøruti árini hevur sama kensla vitjað meg sjálvan. Vit stríðast í okkara innara menniskja við eitthvørt, uttan at tað sæst, uttan at nakar varnast nakað.

At hava innlit í hesi viðurskifti og viðganga sína avmakt er vælgerandi fyri ein sjálvan og onnur. Tað er valla lívgandi fyri okkara kristnu brøður og systrar, um tey fáa ta fatan, at vit eru fullkomin og lýtaleys. Menniskjansligur fullkomileiki er einans gagnligur saman við einum máli av eyðmýkt.

Setningurin beit seg fastan í sinninum. Orðini hoyrdust sum ekkó. Eini tilkomin hjún nýttu myndina, tá ið tey lýstu støðu sína til kirkjuna og tað andaliga landslagið. “Vit eru sum fuglurin, ið er fjaðursárur, eftir at ungarnir eru floygdir úr reiðrinum.”

Tað tekur tíð at reiðrast. Tíðin í reiðrinum ger nakað við parið. Fuglurin verður fjaðursárur av at liggja á eggunum og loksins bøla ungunum. Fimleikin broytist, og tað avmarkar vælveruna. Tíðin í reiðrinum ávirkar sjónliga.

Tey tilkomnu hjúnini vóru sum fjaðursárur fuglur. Sálin var viðtikin og særd. Tað var sum um reiðrið kendist ov trongt. Sálin var fangi í egnum búri. Tað kendist trongt og ikki nóg vítt til veggja. Sjálvt um tað eydnaðist at føða lív, var tað torført at varðveita lívið í egnum lívi. Torført at uppliva nøgdsemi og vælveru.

Lyftið um Guðs nærveru í Jesusi var framvegis stavnhaldið. Tó, innaní kendist sálin sum fjaðursárur fuglur skerdur á flogi. Uttanífrá sá tað rímiliga væl út, hóast nøkur lýtir sóust sum rivur í sálini. Tað, ið var innaní og nívdi, sást ikki við eygunum.

Arbeiðslívið hevði avbjóðingar, og tað gekk ikki einans væl í hjúnalagnum. Neyðugt var við serkønari hjálp til tess at fáa viðurskiftini í rættlag.

Støðan kendist sum eitt andaligt niðurlag millum brøður og systrar. Tað varð ikki hugt skeivt ella tutlað í krókunum. Tað kendist sum um, at tað var tutlað í sálini.

Sum fyristøðufólk í kirkju og samkomu er tað skilagott at vísa á, at fullkomileikin liggur á einum heilt øðrum staði. Hygg ikki einans at tær sjálvum og tínum! Hygg ikki einans at kirkjuliðinum! Hygg fyrst og fremst at Jesusi Kristi, hann ið er fullkomin vára vegna!

Hóast vit t.d. hava ilt í hjúnalagnum, eru vit eyðvitað vælkomin til Jesus. Um vit koma so fyri, at hjúnalagið ikki heldur, eru vit somuleiðis vælkomin til Jesus. Latum okkum framhaldandi nýta møguleikan at søkja ásjón Guðs í tí heimliga og í kirkjuliðinum.

Halt teg ikki burtur, men vitja kirkjuna, so sum tú ert, og har tú ert. Vit, sum gera tænastu í kirkjuni, eru als ikki fullkomin. Vit ófullkomnu royna við Guðs hjálp og við hjálp frá góðum fólki at gera tænastu í kirkjuliðinum Guði til heiðurs og æru og menniskjum til signingar.

Bjóða himinsins lækna at vitja títt hjarta og grøða tína sál. Ístaðin fyri at fara avstað og lata kirkjudyrnar aftur, so kom inn um kirkjugátt og søk ásjón Guðs í stillari bøn um fyrigeving syndanna.

Vælkomin at vera saman við okkum ófullkomnu, tá ið vit í lovsangi æra Jesus Krist, sum okkara vegna er heilagur og fullkomin. Halt teg ikki burtur, men vitja Guðs hús og søk ásjón Guðs.

Eisini onnur viðurskifti órógvaðu vælveruna og trúarlívið hjá teimum tilkomnu hjúnunum. Sálin var særd og fjaðursár, tí børnini livdu ikki upp til tað, ið foreldrini vónaðu og væntaðu. Tað var eins og hjúnini kendu seg miseydnað sum foreldur.

Sum fyristøðufólk í kirkjuliðinum siga vit í Jesu navni inniliga og hjartaliga. Døm ikki teg sjálvan, tí tað gagnar ongum. Kom inn undir orðið í kirkjuni og ber alt – teg sjálvan og børnini – til hansara, himmalska faðirin. Jesus elskar øll og veitir fyrigeving syndanna og dirvi til at liva eitt verdugt lív við upprættari pannu.

Eftir tíðina í reiðrinum ganga nakrir dagar, so kemur fuglurin aftur til vælveru og trivnað. Eisini fjaðursár kristin kunnu kenna lívið av nýggjum í fullgjørdu frelsu Guðs í Jesusi Kristi. Amen.

Orðið: “Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!” (Hebrearabrævið 10,35).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo