Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Leygardagin 5. desember klokkan 15-17 letur upp Jólaframsýningin VG 2020 í Víngarðinum við einum fjálgum og fjølbroyttum blandi av dygdarlist – av málningum, tekstillist, akvarellum og grafikki hjá ávikavist Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen, Fríðu Matras Brekku, Randi Samsonsen og Bárði Jákupsson.  

Myndevnið av Saðlingahellu hevur Zacharias Heinesen málað so ofta, at hann neyvan hevur tørv á at stilla seg oman á Kongabrúnna at mála tað. Nýggi lítli málningurin hjá honum av klassiska myndevninum prógvar eisini, at Zacharias Heinesen ikki “bert” málar tað hann sær. - Í grundini als ikki. Hann tekur kanska støði í eini bygdalagi ella eini landslagsformatión, men skapini eru so geometrisk, litspælið so egið og vakurt, at tað neyvan finnast nakar annar enn akkurát Zacharias, sum sær soleiðis. Kompositiónin er blá og samstundis sum mann ikki ivast í hvar vit eru, er talan um eina abstrakta kompositión, har bláu litbrigdini, summi kám, onnur skyggjandi, klinga saman við vínreyðum, grønum og ljósareyðum.  

Hetta sama koloristiska yvirskotið er eitt av eyðkennunum fyri málningarnar og prentini hjá Hansinu Iversen, har ymisk skap bjóða hvørjum øðrum og sjálvum myndaflatanum av, har tey umskarast og næstan troka seg út og inn úr myndarúminum. Hjá Fríðu Matras Brekku er tað ikki minst grafiska tøknið, ið liggur hennara hjarta nær, men grafisku myndirnar eru ofta grundaðar á foto, tekning og akvarel, sum eisini er við á framsýningini. Myndirnar hjá Fríðu hava eitt øðrvísi brá í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá ekspressivu hevdini. Summar eru merktar av einum stillisligum, men poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar eru fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar, sum Fríða hevur dyrkað – ikki minst seyðir og á framsýningini er ein so tekkilig og eygagóð ær, portretterað næstan sum Mona Lisa vøn og skær.  

At síggja til er stórur munur millum tey bæði, Bárð Jákupsson og Randi Samsonsen, sum ávikavist arbeiða innan tekstil og málarí. Men á framsýningini hanga verkini hjá báðum listafólkunum saman. Vøkru málningarnir hjá Bárði Jákupsson taka allir støði í føroyska landslagnum, men á ein serstakliga abstraheraðan einfaldan og poetiskan hátt. Tað er næstan sum syngja teir ein sang um lýtt lot, leiftrandi gras og glitrandi grót.  

Verkini hjá Randi Samsonsen eru sett saman úr toyi, sum listakvinnan hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru bæði dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði eitt tað mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum. Verkini hjá Randi Samsonsen í Víngarðinum eru framleidd í sama tíðarskeiði sum tey, hon í løtuni sýnir fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Og í verkunum í Víngarðinum hómast sama barokk tema, ið ger seg galdandi við sansaligum, heitum, mjúkum velour, ið sett saman við gulli gevur hugasamband við Christian IV og vanitasmálningar úr 1600-talinum. Men hyggur tú nærri at verkunum, so innihalda tey so mangt. Strípurnar eru heldur ikki so beinar, sum mann fyrst helt, og hyggur tú nærri, sæst onkrastaðni eitt blómumynstur sum var hetta eisini eitt slag av landslagslist? 

Kinna Poulsen, kurator. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo