Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: B36 yvirraskaði á heimavølli, føroyameistararnir vunnu á steypavinnarunum og NSÍ byrjaði sterkt við stórsigri. Her eru úrslitini í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá kvinnum.

KÍ – HB 3-2
Eftir eina heldur trilvandi byrjan fingu føroyameistararnir tamarhald á nervunum og vunnu 3-2 á steypavinnarunum.

Meginparturin av fyrra hálvleiki við Djúpumýru var merktur av nervum og óruddiligum spæli. Hjá HB manglaði ein av lyklaleikarunum, Rebekka Benbakoura, og gestirnir høvdu sum heild ringt við at taka leikligu leiðsluna í dystinum.

Liðini bæði vóru mestsum klár at fara málleys til hálvleiks, men eftir 37 minuttir bragdaði hjá KÍ, tá liðskiparin Eyðvør Klakstein legði tær á odda 1-0.

Eftir steðgin megnaðu liðini í størri mun at halda bóltin á jørðini, og tá Poula Andreasen miðskeiðis í seinna hálvleiki var óheppin at beina bóltin í egið mál, gjørdist støðan 2-0 til klaksvíkskvinnur.

HB var tó ikki til reiðar at leggja kongin, tí tá eitt korter var eftir at spæla, minkaði Jónvá Hentze um munin. Men stutta løtu eftir sløkti Evy á Lakjuni vónirnar hjá gestunum, tá hon legði KÍ á odda 3-1.

Ein feril av spenningi kom tó í 89. minutti, tá trunkaspæl frammanfyri KÍ-málið endaði við, at Sunniva Willemoes minkaði um munin til 3-2.

Meira bleiv tað tó ikki til hjá HB, og KÍ kann fegnast um trý stig í fyrsta, og á pappírinum sera torføra, landskappingardystinum í ár.

B36 – ÍVB 4-1
B36 kom flúgvandi frá byrjan, tá tær vunnu greiðan 4-1 sigur ímóti ÍVB.

Sólin skein á Gundadal og heimaliðið, sum ongantíð veruliga lovaði gestunum framat.

Bára S. Magnussen skjeyt ársins fyrsta mál, tá hon eftir fleiri naskar royndir setti bóltin í netið til 1-0 til heimaliðið.

Beint fyri hálvleik javnaði Jacoba Langgaard fyri ÍVB, og so var lagt upp til ein spennandi seinna hálvleik, men B36 vildi tað øðrvísi.

Seinni hálvleikur var bert fimm minuttir gamal, tá Elsa Anna Mohr legði tær hvítu á odda aftur, og eitt korter seinni økti Olga Kristina Hansen til 3-1.

12 minuttir fyri leiklok setti Bára S. Magnussen punktum við at skora til 4-1, og B36 hevur sostatt fingið eina dreymabyrjan uppá kappingarárið.

NSÍ – EBS/Skála 4-0
Áskoðarar í hópatali vóru komnir til dyst við Løkin, har nýggja NSÍ liðið tók ímóti EB/Streymi/Skála. Og heimaliðið gav teimum ein stórsigur afturfyri.

Sigurin hjá heimaliðnum kom tó ikki til hóldar uttan stríð, tí serliga Anna Súnadóttir Hansen í málinum gav teimum dygga mótstøðu, og EB/Streymur/Skála kann fyri stóran part takka henni fyri, at sigurin hjá NSÍ ikki var væl størri enn 4-0.

Gestirnir vóru væl við í dystinum fyrstu løtuna, har serliga Lea Lisberg og Íðunn Magnussen gjørdu tað væl á miðvøllinum hjá felagsliðnum, men spælið rakk sjáldan longur fram enn tað sama.

Hjá NSÍ gekk álopsspælið sum vera man nógv gjøgnum liðskiparan, Heidi Sevdal. Tá 14 minuttir vóru spældir varð hon spæld frí móti málinum, og hóast Anna Súnadóttir bjargaði skotinum í fyrstu atløgu, so var Hansina Ronaldsdóttir skjót á returinum og skoraði í tómt mál til 1-0.

Stutta løtu seinni skoraði Unn Hvidbro til 2-0, og hóast heimaliðið eisini hevði fleiri góðar royndir eftir hetta, so helt tann støðan sær til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki helt NSÍ fram við at trýsta gestirnar. EBS/Skála megnaði fyri stóran part at standa ímóti, men málroyndirnar hjá teimum gulu vóru áhaldandi og naskar.

Trýstið gav úrslit, tá ein knappur tími var spældur. Eftir trunkaspæl frammanfyri málið, kundi Unn Hvidbro prika bóltin inn til 3-0, og bert tríggjar minuttir seinni slapp Heidi Sevdal eisini á máltalvuna, tá hon við langskoti sendi bóltin í ein bleytan boga uppum málverjan til endaliga úrslitið 4-0.

Næsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum er á skránni annan hvítusunnudag, og tá eru dystirnir hesir:

ÍVB – KÍ
HB – NSÍ
EBS/Skála – B36

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo