40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri hava mist lívið og fleiri eru særd eftir eitt russiskt loftálop í býnum Zjytomyr. Ukrainskir myndugleikar boðaðu fyrst frá á Twitter at talan var um tveir persónar og trý særd.

Sambært NRK skrivar innlendismálaráðharrin í Ukraina, Anton Herasjenko, á Telegram at fýra eru deyð, teirra millum eitt barn.

Tíggju íbúðahús vóru rakt, og eldur er í fleiri av bygningunum.

Býurin er um 140 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin Kyiv.

Sí video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo