40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Sjúkrahúsverkið ger slakar 2.000 koronukanningar í dag, men enn er eftirspurningurin stórur. Ongar kanningartíðir eru eftir í dag, men latið verður upp fyri fleiri hesar næstu dagarnar.

Beinanvegin í morgun, tá ið tað frættist, at koronusmittan av álvara hevði tikið seg uppaftur, lótu tey trý stóru kanningarstøðini upp fyri fleiri kanningum.

Arbeitt verður allatíð við at víðkað um upplatingartíðirnar, og bæði í Tórshavn og í Klaksvík verður kannað fyri koronu aftur í morgin. Í Trongisvági lótu tey upp fyri nýggjum bókingum seinnapartin, og har verður kannað so leingi fólk eru í bíðirøð.

Fólk kunnu bíleggja tíð til koronukanning á corona.fo.

Eina løtu fyrrapartin var trýstið á bíleggingarskipanina so stórt, at hon gjørdist óvirkin, men skipanin var virkin aftur skjótt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo