40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fýra av teimum mest trúgvu, og sum nú eru farin úr starvi, høvdu hátíðarhald í gjár saman við tveimum, ið høvdu 25 ára starvsdag.

Tey, sum eru givin, eru:

- Anne Mia av Reyni, sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu, sum byrjaði 1. januar í 1988, tá Miðstova opnaði.

- Sólrun Jacobsen, sjúkrahjálpari á Miðstovu, sum byrjaði 1. januar 1988, tá Miðstova opnaði.

- Hanna Christiansen, sjúkrahjálpari á Heimarastovu, sum byrjaði 1. juli 1989

- Betty í Dali, heilsuhjálpari á Heimarastovu, sum hevur starvast á Lágargarði síðan 2008.

Onkrar av teimum taka framvegis vaktir á Lágargarði.

Tvey vóru samstundis, sum høvdu 25 ára starvsdag. Tey vóru Sofus Joensen, húsavørður á Lágargarði, sum byrjaði 1. okt í 1990, og Kristianna Michelsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Miðstovu, sum byrjaði 1 okt í 1990.

Borgarstjórin helt røðu og handaði gávur frá kommununi.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo