40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er full ferð á fyrireikingunum til summarlegurnar hjá Heimamissiónini í 2020.

Av tí at undirtøkan støðugt er voksin seinastu árini, verður ein lega meira enn seinasta summar, skrivar Trúboðin.

SIMBA-legurnar næsta summar eru lagdar inn í kalendaran, so til ber longu nú at seta dagarnar av, um ein ætlar sær á legu.

Tilmeldingarskipanin letur upp umleið 1. mars.

Summarlegurnar fyri børn og juniorar eru hesar:

7.-8. flokkur    Wild Life       29. mai – 31. mai
2.-3. flokkur    Nesvík            26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur    Sørvágur        26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur    Porkeri           29. juni – 2. juli
3.-4. flokkur    Nesvík            1. juli – 5. juli
4.-5. flokkur    Nesvík            6. juli – 10. juli
5.-6. flokkur    Nesvík            11. juli – 15. juli
6.-7. flokkur    Nesvík            16. juli – 20. juli

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo