40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Í ár er føstulávintsmánadagur 12. februar. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur. Vanligt er í Havn, at flestu skúlarnir hava afturlatið týsdagin, t.v.s. í ár tann 13. februar.

Føstulávint er upprunaliga ein katólskur siður. Orðið føstulávint merkir føstuaftan, kvøldið fyri føstuna. Føstan er ikki eina ávísa tíð í hvørjum ári, tí tíðin er knýtt at páskum og kirkjuárinum. Føstuinngangur verður hátíðarhildin 7 vikur fyri páskadag. Føstulávint kann tí liggja ímillum 1. februar og 7. mars. Føstan varir tó bara í 40 dagar, tí sunnudagarnir í føstutíðini verða ikki taldir við, tí teir verða ikki mettir at vera føstudagar.

Hóast føstulávint er knýtt at kirkjuárinum, hevur høgtíðin eisini røtur í heidnari siðvenju. Summi vilja vera við, at føstulávint upprunaliga var ein várveitsla, har dentur varð lagdur á ítøkiliga bardagan millum vetur og summar. Menn, klæddir í vetrarbúna og aðrir í summarbúna, stuttleikaðu sær við at berjast á gøtunum. Eisini tunnusláing sigst at stava frá heidnari siðvenju, har menn á hestbaki riðu í ring, og skiftust at sláa tunnu.

Tí kunnu vit siga, at føstulávint er ein samanrenning av heidnari og kristnari siðvenju. Hildið verður, at siðurin við at baka føstulávintsbollar er úr Týsklandi, frá uml. 1600. Bollarnir vóru tá hveitibollar uttan fyllu og teir vóru nevndir heisswecken.

Grýla er gamalt norrønt orð, sum sipar til eitt skrímsl. Í dag ganga børn grýlu frá hurð til hurð. Tá tey hava sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella eitt oyra. Tunnusláttur fer fram á føstulávint. Í felag sláa vit eina trætunnu við einum gassa, til hon smildrast og dettur niður. Tá er kattakongurin ella -drotningin funnin.

(kelda: snar.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo