Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Kvinnurnar hjá Fleyr løgdu fyri ímóti greiðuvinnarunum frá SÍ. Her vóru kvinnurnar úr Havn greitt við yvirlutan ímóti einum rættuliga ungum og skerdum SÍ liðið. Frágongdin hjá SÍ hevur verið stór og nýggi brasilski venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, hevur eina munandi uppgávu fyri framman.

Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 25-14, 25-9 og 25-16.

Hjá monnunum var tað helst nakað óvæntað eisini Fleyr, sum vann. Fleyr hevur haft nakað av frágongd síðani síðsta ár, men á vøllinum í dag vóru báðir argentinsku venjararnir hjá felagnum, Gabriel Aramayo og Esteban Martinez.

Mjølnir hevur eisini haft frágongd, men fær í komandi viku munandi styrk av Mateusz Pazgan og Bartłomiej Grzegorzewski, sum báðir koma úr Pólandi. Spennandi verður at fylgja Mjølnir liðnum, eftir at nýggju leikararnir eru komnir.

Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 26-24, 25-13 og 25-21.

Øll inntøkan frá dystunum fer til Títt Rúm hjá Bláa Krossi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo