Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Sunnudagin 21. august leika mennirnir seinasta dystin í hesi undankappingini. Teir taka ímóti Belgia á heimavølli sunnudagin kl. 17.00. Samstundis seta kvinnurnar skjøtul á teirra undankapping.

Fyrsti dysturin er á útivølli móiti Kroatia.
A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal leika seks dystir fram til 11. september - tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Liðið er komið í bólk saman við Kroatia, Rumenia og Ísrael. 

Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nr. 10 í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnir dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia. Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 cm.

Fyrsti dysturin verður í Osijek í Kroatia sunnudagin kl. 17.00 føroyska tíð.

Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum verður longu mikudagin í næstu viku móti Rumenia heima.

Landsliðsvenjarin Lars Engell og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen hava tikið út hendan hópin av 14 leikarum, sum fara at leika allar seks dystirnar:

Hanna Iansdóttir, Ikast
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Janna Falkvard, SÍ
Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Milja Silvansdóttir, KÍF
Eva Winther Nagata, ASV Aarhus
Jakobina Joensen, KÍF
Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
Anna Larsen, Aalborg Volley
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
Elsa Samuelsen, Førde

Dystarskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út:

Sunnudagin 21. august kl. 17.00 Kroatia - Føroyar
Mikudagin 24. august kl. 19.00 Føroyar - Rumenia
Leygardagin 27. august kl. 17.30 Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 4. september kl. 17.00 Føroyar - Ísrael
Mikudagin 7. september kl. 15.00 Rumenia - Føroyar
Sunnudagin 11. september kl. 17.00 Føroyar - Kroatia

Allir dystirnir síggjast á eurovolley.tv og heimadystirnir síggjast eisini á Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo