Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssambandið: Í síðsta EM-undankappingardystinum í hesari kappingini, sum var ímóti Belgia,fingu Føroyar í kvøld sítt besta úrslit.

Gamaní,av tí at Belgia longu hevði vunnið seg í EM-endaspælið, var liðið mannað við nógvum av teirra ungu monnum og teimum, sum sita nógv á beinkinum, men hóast tað eru teir yrkisspælarar.

Serliga í triðja setti gekk væl, har Føroyar løgdu seg á odda 17-15, og Belgia kendi seg noytt til at seta onkran av sínum bestu spælarum á vøllin fyri ikki at tapa settið - tað hevði verið snópisligt ímóti Føroyum. Belgia fekk eisini yvirtakið aftur og vann settið 25-20.
 

Men 20 stig í einum setti er tað mesta, Føroyar hava fingið í allari kappingini, og við 16 í hinum báðum settunum verður latið væl at í føroysku leguni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo