Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

A-landsliðið hjá monnum í flogbólti fór í morgun avstað við flogfarðinum hjá Atlantsflog til Danmark og síðani seinnapartin víðari til Tallinn í Estlandi, har teir í morgin kl. 16.00, føroyska tíð leika móti Estlandi.

Fyrsti heimadystur í eini EM undankapping fyri A-landslið nakrantíð var mikukvøldið, har Føroyar tapti 3-0. Eftir hetta tapið, skulu mennirnir í morgin aftur í eldin móti sterka liðnum frá Eslandi og skulu royna at roysa seg aftur.

Fyri at fáa fleiri stig og møguliga vinna eitt sett, skulu móttøkurnar og servirnar í fyrstu atløgu verða munandi betri, sigur Jens Bang, høvuðsvenjari hjá Føroyska liðnum. Umframt hetta er neyðugt at verða neyvari tá blokkurin verður settur móti sera høgu og sterku Estisku leikarunum. Í teimum tvídystunum har vit gjørdu tingini røtt í heimadystinum, varð týðuligt at vit í ávísan mun hava møguleika at leika upp ímóti sterku professionellu leikarunum úr Estlandi, sum hava sína dagligu gongd í sterku kappingunum í Evropa og Suðuramerkia, sigur Jens Bang víðari.

Føroyska liðið er manna við sama hópi, sum leikti heimadystin móti Estlandi:

Stefan Rosenlund

Bjarni Joensen

Filip Ilic

Mattias N. Isaksen

Thorvald Danielsen

Áslakur P. Holm

Tróndur H. Hansen

Trygvi á Brekkukletti

Jóhan Arni Elisson Wang

Teitur Eliasen

Niels Niclasen

Silas Poulsen

Símun H. Poulsen

Dysturin verður leikur í morgin, leygardaginkl. 16.00 í Kalev Sporthall í Tallinn og dysturin verður vístur á Eurovolley.tv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo