Tað verður steypafinala, barna- og ungdómsfinalur, og serliga flogbóltsgólvið verður breitt út til dystirnar í nýumvældu og víðkaðu høllini á Hálsi.
Hetta er fyrsta stóra flogbóltstiltakið síðan umvælingina, og í flogbóltssambandinum eru tey ógvuliga spent at síggja, hvussu høllin fer at roynast.
Aftur í ár skipar Flogbóltssambandið fyri steypafinalum í flogbólti í høllini á Hálsi í Havn, og verða tær aftur í ár sendar beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, eins og allar barna- og ungdómsfinalurnar verða stroymdar.
Umframt tiltakið leygardagin sleppa øll tey yngru liðini at royna seg sunnudagin, og uppstillingin í høllini er tann sama tá, so allir yngru leikararnir sleppa at spæla flogbólt við bestu umstøðum.
Byrjað varð við hesi steypafinalu fyri knapt 22 árum síðan, og hon hevur fingið alsamt størri og størri undirtøku.
Ein neyv skrá kemur í komandi viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo