Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fleyr er í hálvfinaluni, eftir ein 3-0 sigur á KÍF leygardagin. Hóast úrslitið tykist greitt, so var talan um ein spennandi dyst. Sett-úrslitini vóru 23-25, 15-25 og 24-26.

Fleyr byrjaði væl betur í 1. setti og KÍF tóktist darvað av nervum og gjørdi nógvar feilir. Sum settið leið, fekk KÍF tó nervarnar uppá pláss og svaraði aftur, men hóast settið gjørdist sera spennandi, so var tað ov seint, og Fleyr vann fyrsta settið 23-25.

Í 2. setti var tó ongantið stóri spenningurin, og Fleyr vann settið trygt 15-25.

Síðsta settið gjørdist sera spennandi, har liðini skiftust um at avgerða bóltarnar. Tó var tað Fleyr, sum dró longra stráið og vann seinasta bóltin til 24-26 og harvið dystin 0-3.

Skaðar hava seinastu vikuna darvað Fleyr, og var Anja S. Danielsen tí aftur at síggja á vøllinum fyri Fleyr, ið saman við m.a. Súsannu Ludvig og Báru Holm Jacobsen syrgdu fyri, at Fleyr vann seg víðari í hálvfinaluna, ið verður 13. februar í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo