40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Veruligur spenningur kom í Føroya Tele-deildina hjá kvinnum eftir at Fleyr í dag vann 3-1 á oddalinum SÍ, og KÍF vann 3-1 á Drátti, sum var nummar tvey fyri dystirnar í dag. KÍF hevur haraftrat ein dyst til góðar ímóti TB, og verður hann vunnin, so er KÍF beint í hølunum á hinum trimum ovastu, sum kappast um tey tvey finaluplássini í landskappingini.

Hjá KÍF var um reppið at 3-stiga-sigurin var mistur, eftir at greiða leiðslan í fjórða setti var svunnin burtur, og stríðshugaðu Dráttur-kvinnurnar javnaðu til 24-24, men tá mest stóð á, hildu kollfirðingarnir høvdið kalt, og vunnu settið 26-24.

Dystirnir í dag:
Fleyr – SÍ 3-1 (25-19, 25-27, 25-21, 25-19)
KÍF – Dráttur 3-1 (25-20, 22-25, 25-20, 26-24)
TB – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)

Støðan (dystir) / stig:
SÍ (6) / 14
Fleyr (6) / 13
Dráttur (6) / 11
KÍF (5) / 7
TB (5) / 6
Mjølnir (6) / 0

Eisini í Føroya Tele-deildini hjá monnum er háspenningur um finaluplássini, eftir at Fleyr vann 3-0 á SÍ. Sigurin hevur við sær, at Fleyr á fjórða plássi er nú bert 2 stig frá næstfremsta plássinum, har ÍF liggur við 11 stigum - 1 stig frammanfyri SÍ á triðja plássi. Fremst er Mjølnir við 15 stigum. Mjølnir spælir leygarkvøldið kl. 18 ímóti ÍF á Kambsdsali.

Dystirnir í dag:
Fleyr – SÍ 3-0 (25-17, 25-23, 25-20)
ÍF – Mjølnir kl. 18:00

Støðan (dystir) / stig:
Mjølnir (5) / 15
ÍF (6) / 11
SÍ (7) 10
Fleyr (6) / 9
Ternan (6) / 0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo