40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur í samstarvi við Fjølsmiðjuna hjá ALS gjørt snøggar nýggjar støðir til burturkast og gróður. Fyrstu 20 støðirnar verða settar upp í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Frammanundan er alt burturkast farið í somu ruskspannir. Nú kunnu øll skilja gróður frá vanligum burturkasti.

Støðirnar eru gjørdar úr haldgóðum tilfari, sum hóskar til føroyska veðurlagið. Í hvørjari støð eru tvær eindir, so fólk kunnu skilja gróður frá vanligum burturkasti.

Flotta sniðið er gjørt serliga til hesar støðirnar. Omaná er løgd ein føroysk pláta úr gróti, sum virkið í Skopun hevur evnað til. Støðirnar fella væl inn í umhvørvið í kirkjugarðin.

Samstarvið við Fjølsmiðjuna hjá ALS hevur riggað ógviliga væl, og Tórshavnar kommuna fegnast um hetta nýggja samstarvið. Støðirnar eru klárar at seta uppí næstum, og so er ætlanin at fáa tignarligu støðirnar settar upp í hinar kirkjugarðarnar í Tórshavnar kommunu.  

Teir báðir Niels Jensen, leiðari á Fjølsmiðjuni, og Hallur Agnar Joensen, træsmiður, hava staðið fyri arbeiðinum at gera snøggu støðirnar, sum fara at prýða kirkjugarðarnar í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo