Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Avtalan er verd eina trý siffraða milliónaupphædd fyri okkum. Soleiðis sigur Jákup Lamhauge, sum er stjóri í Globe Tracker, tá VP spyr hvussu nógv avtalan er verd fyri fyritøkuna. Hann er í morgun staddur á messuni Transport Logistic í Múnchen, har Globe Tracker og Hapag-Lloyd fara at boða frá nýggja samstarvinum.

Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.

- Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum. Í løtuni hevur talgilding høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundan um felagið, staðfestir Jákup Lamhauge, stjóri.

Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelagið í heiminum, kunnger avtaluna við Globe Tracker í dag 4. juni 2019 á stóru flutningsmessuni "transport logistic" í München í Týsklandi.

Høvuðspartaeigarar í Globe Tracker eru Tryggingarfelagið Lív, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 14 fólk, harav 5 í Føroyum (myndin). Felagið er skrásett í Danmark, men hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida.

Jákup Lamhauge sigur við VP, at avtalan fer at skunda undir ætlanirnar um at vaksa, og tað er ikki óhugsandi at Globe Tracker í næstum fer at vaksa um starvsfólkahópin í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo