40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mánadagin 15. juni lat Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp, og skuldi eftir ætlan lata aftur fríggjadagin 10. juli.

Men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, tók FSF avgerð um, at í summar letur Flytingargluggin í Føroyum aftur mánadagin 27. juli 2020, klokkan 16:00.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.

Tað er tí av stórum týdningi, at feløg, venjarar, spælarar, foreldur og onnur tryggja sær, at skrásetingin er røtt tá Flytingargluggin letur aftur.

Í 2020 er Flytingargluggin opin soleiðis
– Letur upp: 8. januar 2020
– Letur aftur: 13. mars 2020, kl. 16:00

– Letur upp: 15. juni 2020
– Letur aftur: 27. juli 2020, kl. 16:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo