Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSS: Leygardagin kl. 13 fer fyrsta vektstongin upp um høvd við FM 2024 í olympiskari vektlyfting. Kappast verður í nýggju hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku 1 í Havn. Kvinnurnar byrja kl 13. Menninir byrja umleið kl 14:30/15:00. Áhugin fyri FM í vektlyfting plagar at vera stórur, tí vektlyfting er bæði spennandi og undirhaldandi ítróttagrein. Áskoðarar hava ókeypis atgongd.

Heili 22 lyftarar fara at royna síni lyftikynstir, og tað er full javnstøða: 11 kvinnur og 11 menn. Talan er bæði um royndar og nýggjar lyftarar, og øll hava síni ymisku mál. Tað kann vera at vinna sær rættin til luttøku í altjóða kappingum ella bara at betra egin avrik og við tíðini at luttaka í øðrum kappingum. Í heyst verður Menningin í føroyskari vektlyfting hevur gingið við rúkandi ferð síðstu árini, og Føroya Styrkisamband vertur fyri NM 2024. Málið er at fáa so nógvar føroyskarar lyftarar við sum gjørligt. Í næstum verður kunngjørt, hvar ið NM verður hildið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo