40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fer at heita á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið vesturi á Víkum.

Friðaða økið skal fevna um alt frá Fjallavatni til Barðið.

Talan er um eina náttúruperlu, sum er nærum órørd av mannahondum. Verður alivirksemi vesturi á Víkum, fer hetta at gera stóran skaða á náttúru- og mentanarvirði í økinum, sigur Føroya Náttúru og umhvørvisfelag í skrivi til miðlarnar.

- Hetta eigur at gerast sum ein víðkan av friðingini, ið longu er av Fjallavatni, við sama endamálið at: “økið skal varðveitast í sínum náttúrliga líki óbroytt við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðiligum fyribrigdum, soleiðis at serstakliga øll bygging, setan av steyrum, búðum ella øðrum hesum lík, ið kunnu misprýða, eins væl og tøka av gróti, mold, sandi, eyri, leiri, plantum og djórum er forboðin."

Umrødda øki hevur stórt mentanarligt virði, og er eitt fólkakært stað, sum verður brúkt í frítíðarhøpi og fyri at fáa íblástur. Einstaklingar og bólkar gera sær javnan túrar Norður á Munna. Ikki minst verður hetta gjørt um longsta dag, tí ongastaðni eru umstøðurnar til hetta so stórfingnar sum her. Tað er eisini orsøkin til, at í nýggjari tíð hevur onkur Fólkafundur verið hildin her, á nátt, á longsta degi.

Fuglalívið í økinum er ríkt, og í Viðvík er stór urð við nógvum lunda. Í brøttu fjallasíðunum út móti sjónum eru tíggjutúsundatals havhestar. Fjølbroytt fuglalív er við Fjallavatn. Nógv sløg kunnu síggjast, ikki minst lómur og helsareyði.

Verandi umhvørvisstøða á havbotninum vesturi á Víkum er góð. Kanningar av zink, kopari og lívrunnum evnum vísa, at botnurin er óávirkaður og at sandurin er reinur. Henda vitan er fingin til vega frá skjalainniliti í frágreiðing hjá Biofar frá 2017. Um aling verður í økinum, vísa royndir frá aling í Føroyum, at hesi mát væntandi broytast, og umhvørvið gerst meiri dálkað. Hetta verður staðfest í vegleiðingini til umhvørviseftiransing av aliøkjum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan lat gera í 2003.

Sum heild verður nøgdin av tøðevni, sum verður latin út, økt, umframt at heilivágur, sóttreinsingarevni og gróðurtálmandi evni fara at verða latin út í umhvørvið. Hesi evni ávirka livandi verur og eru skaðilig fyri lívfrøðina í økinum. Væntast kann at evnini fara at hópa seg upp í natúrligum lagdum á botninum árakað alibrúkið.

Aling kann eisini viðføra arvaliga ávirkan millum alifisk og villar fiskastovnar, spjaðing av fremmandum fiskasløgum og spjaðing av sjúku og lýs, sigur felagið í síni áheitan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo