Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í degi og viku týsdagin 16. januar 2024 var eitt rættiliga ókritiskt innslag um oljuvinnu við føroyska markið móti Stórabretlandi. Í veruleikanum kundi sendingin eins væl verið gjørd onkuntíð í áttatiárunum, tá ið vitanin um veðurlagsbroytingar ikki var komin fram. 

Sendingin lýsti einans, hvussu vit í Føroyum kunna fáa vinning burtur úr hesum høvi. Tað var als ikki hildið vera umráðandi at vísa á, at tað, at útbyggja oljuvinnu, er beint í móti øllum tilmælum um CO2 útlát. 

FNU vil hervið mótmæla einvísu útleggingini av um oljuvinnu við føroyska markið

Í móti COP28 tilmælinum
Á veðurlagsráðstevnuni, COP28, sum var í desember 2023 varð gjørt av, at heimurin má umstilla seg burtur frá fossilum brennievnum - og byrjast má nú í verandi áratíggjunum - og vit skulu koma á netto-null útlát áðrenn 2050. 

Tað nærmasta, ið komið varð hesum veruleika í sendingini, var tá ið spurningur varð settur, um “hetta” grøna rákið ikki ávirkaði oljuleitingina, hvør skal siga, leggja fót fyri oljuætlanunum.

Tá varð í sama andadrátti svarað, at felagið, sum skal standa fyri umtalaðu oljuvinnu, Equinor, hevur investerað nógv í grøna orku, m.a. í vindmyllufarmar - og hetta slapp at standa, sum “veruleikin”, uttan nærri spurningar..

Grønvasking
Men, sambært umhvørvisflelagsskapum í okkara grannalondum, Noregi og Skottlandi, er hetta ikki rætt. Ført verður fram, at grøna virksemið hjá Equinor er beinleiðis grønvasking. Equinor satsar næstan bara upp á olju, heili 99,87% av framleiddu orkuni hjá felagnum er fossil orka og bara 0,13% er grøn orka. 

Dárskapur og løtuvinningur
Tað er alt um at gera at steðga veðurlagsbroytingunum og tað er dárskapur at gera seg bundnan at einari skaðandi vinnu, sum semja er um, ikki skal vera til um bara nøkur fá ár. Eitt virksemi, sum bara leiðir okkum longri burtur frá grøna umskiftinum. 

Veðurlagsbroytingarnar mugu steðgast!
Vit skulu heldur brúka okkara kapital, vitan og menniskjaligu orku at búgva okkum til grøna umskiftið og gera okkum so dugnalig á økinum, sum til ber. Í mun til íløgur í oljuvinnu, sum bara kunnu geva løtuvinning, geva íløgur í grøna orku varandi vinning

FNU vil enn eina ferð vísa á, at vit mugu gera alt vit kunnu fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. 

Saman við umhvørvisfelagsskapum í grannalondunum, mælir FNU í móti, at oljuvinnan verður víðkað, soleiðis sum ætlanin í Rosebank økinum við markið millum Føroyar og Hetland.

FNU 18. januar 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo