Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað hevur verið buldraligt á Víkum norðantil á Vágoynni, har Luna er í holtur við at fyrireika aling.

Fóðurflakin Hellutangi, sum varð sleipaður vestur á Víkar í august 2019, har hann skal liggja ankraður, hevur slitið fýra ketur, sum hvør eigur at kunna halda 100 tons, tað upplýsir skiparin á Brimli Julian M. Juul fyri VP.

Brimil og sleipibáturin Samson hjá Mest eru í morgun farnir á Víkar at royna at seta fast á Hellutanga.

Hellutangi er rikin ímóti landi, og var í gjár einar 3-400 metrar úr landi, har hann liggur enn, sambært Atla Gregersen, stjóra.

Tá góvust teir við royndunum at seta fast á Hellutanga, tí tað vóru so ring líkindi.

Ætlanin er at sleipa Hellutanga á Vestmanna, sambært stjóranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo