Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Myndin er tilvildarlig og er ikki av flakanum hjá Bakkafrost sum er sokkin í Skotlandi.

Myndin er tilvildarlig og er ikki av flakanum hjá Bakkafrost sum er sokkin í Skotlandi.

Myndin er tilvildarlig og er ikki av flakanum hjá Bakkafrost sum er sokkin í Skotlandi.

Ein fóðurflaki hjá Bakkafrosti í Skotlandi sakk í illveðri 22. november, tað skrivar lokali miðilin Argyllshire Advertiser & Oban Times.

Talan er sambært Bakkafrost um ein lítlan flaka. Hvørki starvsfólk ella laksur hava fingið nakran skaða av hendingini, og fyrireikingar eru gjørdar at taka flakan upp aftur, eins og alt er gjørt fyri at fyribyrgja dálking, verður sagt.

Miðilin vísir til eina aðra líknandi hending á Isle of Skye fyri tveimum árum síðani, tá ein flaki sakk, og flaki og innihald vórðu liggjandi í eitt ár til stóran ampa fyri lokalumhvørvið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo