Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ert tú Nema kundi og ein Føroya Tele kundi ringir til tín, so hoyrir Føroya Tele kundin ikki Nema kundan, men Nema kundin hoyrir Føroya Tele kundan.

Men ringir ein Nema kundi til ein Føroya Tele kunda, so hoyra báðir kundarnir hvør annan.

Hetta var lítli teksturin sum VP skrivaði í gjár.

Í morgun hevur so Útvarpið tosað við stjóran í Nema, Gudny Langgaard, sum váttar at her var ein trupulleiki.

- Trupulleikin er tann, at tá ein Føroya Tele-kundi ringir til ein Nema-kunda so koyrur ljóðið bara annan vegin, tvs. at Nema-kundin hoyrur Føroya Tele-kundan, men ikki øvut.

- Vit vita ikki, hvussu nógvir kundar hava henda trupulleikan, men vit arbeiða hart fyri at fáa loyst henda trupulleikan sum skjótast.

- Vit vita ikki um trupulleikin er hjá Føroya Tele ella hjá okkum í Nema. Vit staðfesta fakta, so deila vit tað millum okkum og arbeiða saman fyri at finna trupulleikan sum skjótast.

- Hetta rakar jú kundarnar hjá báðum, segði Nema-stjórin við Útvarpið.

Trupulleikin er komin tá ið knýtt var í felagsnetið, men trupulleikin er ikki so stórur at neyðugt er at bakka aftur.

- Hetta er komið, tá ið Nema knýtti í felagsnetið, so tað er okkurt í sambandi við ta umleggingina sum er gjørd. Men vit meta ikki at tað er nóg stórt til at vit bakka aftur, segði Gudny Langgaard í Útvarpinum klokkan 10 í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo