40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nevndin í Føroya Tatt Fest: Eftir tveimum korona raktum árum við nógvum tilmælum og avmarkingum, kunnu vit langt um leingi aftur bjóða vælkomin til Føroya Tatt Fest! -og vit mæla øllum til at koma og prika seg!

Føroya Tatt Fest er einasta føroyska tattoverings ráðstevna, ið er serstøk við sínum festival kenda dámi. Ársins Tatt Fest verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 20.-22. Mai. Til tiltakið koma 23 tattoverings listafólk, sum kunnu teljast millum heimsins bestu innan sítt yrki. Meginparturin av hesum listafólkunum koma uttanlands frá, og tjóðskapir teirra eru sera fjølbroyttir.

Afturat tattovørunum, bjóða vit eina spennandi skrá hetta vikuskiftið. Á skránni er m.a. ein stuðulskonsert, myndlistaframsýning, fyrilestrar, handan av virðislønum til tattovørar fyri framúr avrik, og at enda ein frumframsýning av einum dokumentarfilmi.

Í desember 2021 andaðist stigtakarin og stovnarin av felagnum og FO Tatt Fest, Fjølnir Geir Bragason, betri kendur sum Fjølnir Tattoo. Ársins tatt fest verður av tí sama sera merkt av at hesin megnar maður ikki er í millum okkum longur. Fjølnir tók stig til FO Tatt Fest saman við Palla Sch Thorsteinsson í 2011. Í ár fyllir Tatt Fest eisini 10 ár. Ársins Tatt Fest verður sostatt ein sorgarblíð fagnaðarveitsla. Vit ynskja at hátíðarhalda Fjølnir og alt tað, sum hann var fyri tattoo heimin, samt at hátíðarhalda 10 ár av Tatt Fest í Føroyum.

Skráin fyri vikuskiftið:

Fríggjadagur 20. Mai:
Dyrnar lata upp kl. 13.30
Kl. 14 vælkomin!
Kl. 17 fyrilestur við Maya Sialuk um Inuit tattoveringar og tilhoyrandi siðaarv
Kl. 23 Best of Day heiðursløn latin. Stuðlað av Cheyenne Tattoo

Leygardagur 21. Mai:
Dyrnar lata upp kl. 12
Kl. 17 fyrilestur við Majbritt um Sjómanna tattoveringar
Kl. 19 Stuðulskonsert til frama fyri avvarandi hjá Fjølnir. Kostnaður kr. 200,-. Atgongumerki fæst til keyps á www.nlh.fo frá 20. Apríl.
Kl. 23 Best of Day heiðursløn latin. Stuðlað av Cheyenne Tattoo

Sunnudagur 22. Mai:
Dyrnar lata upp kl. 12
Kl. 16 endar uppboðsøla av málninginum hjá Livari Nysted. Peningurin fer óskerdur til Sinnisbata
Kl. 17 Best of Show heiðursløn latin. Stuðlað av Cheyenne Tattoo

Afturat skránni er myndlistaframsýning sett upp í dansistovuni, og spontan innsløg. Tiltakið er ókeypis.

- Vit gleða okkum at bjóða øllum vælkomin til eitt spennandi vikuskiftið í Norðurlandahúsinum 20.-22. Mai, har listin er í miðdepli og fjølbroytni blómar. Meiri kunning verður at fáa skjótt. Til ber at halda eyga við okkara sosialu miðlum v.m.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo