Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú er summarið í hondum og tað liggur væl fyri at venja í góðveðrinum. #FVHM verður eins og undanfarin ár fyrsta leygardag í september, 5. septembur. Vit ganga og renna úr Gásadali til Sandavágskirkju.

  • Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali

  • Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali

Vit hugsa byrðardygni og umhvørvið inn í sambandi við tiltakið. Eitt nú verður stuðul latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag fær stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Vit gleðast eisini um at hava ABC-fyri sálarheilsu, sum samstarvsfelaga. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Tó so medalu fáa vit og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum.

Til ber at tekna seg til #FVHM við at vitja heimasíðuna www.frælsi.fo

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum frá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í korona broytist vera tillagingar gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo