40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað, tá endahátíðin fyri Føroyaleikunum 2022 varð hildin í gjárkvøldið.

- Føroyaleikir eru komnir fyri at vera. Hetta eru føroysku Oyggjaleikirnir, sum vit kunnu halda tey árini, Oyggjaleikirnir ikki eru. Og tit øll stórt rós uppiborið fyri at fylla hetta tómrúmið út – og við hesi gongdini fara Føroyaleikirnir at vaksa seg til eitt fullgott alternativ til Oyggjaleikirnar.

- Seinastu árini við korona hava haft sína ávirkan á ítróttin og vit væntaðu tí eitt brak av eini ítróttarkapping, nú Covid19 ikki er ein forðing meira. Og so varð. Tað hepnaðist væl um alt landið. Tit hava havt góðar stuðlar og kommunurnar, sum hava hýst Føroyaleikunum, hava víst einastandandi vælvild.

- Undirtøkan hevur verið so góð, at eingin ivi er um, at leikirnir verða mentir við enn betri kørmum, størri møguleikum og útlendskum vitjandi. Eingin ivi er heldur um, at við Føroyaleikunum fáa vit góða kappingarsvenjing og hollan lærdóm, sum eisini fer at hækka støðið á Oyggjaleikunum.

- Eisini gevur hetta okkum bestu fortreytir fyri sjálvi at skipa fyri Oyggjaleikunum. Venjingarliga hevur ein tílík kapping ómetaligan týdning – sosialt er hon heilt einastandandi. Og eingin ivi er um, at ein tílík kapping økir okkara førleika og sjálvsálit at skipa fyri og standa fyri – og tá er ongin uppgáva ov stór.

- Hetta hevur verið stórt at uppliva og tit eiga øll stórt rós uppiborið fyri ein stóran innsats – luttakarar, fyriskiparar, stuðlar og kommunur. Hjartaliga tillukku við einastandandi úrslitum og takk fyri undirhald og spenning hesar dagarnar, segði  Heðin Mortensen millum annað.

MYNDIR frá endahátíðini fyri Føroyaleikum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo