Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyaprent og Flogbóltssambandið: Føroyaprent og Flogbóltssamband Føroya hava í dag undirskrivað eina avtalu, har Føroyaprent gerst ein av høvuðsstuðlunum hjá FBF.

Føroyaprent hevur í nógv ár verið ein av stóru veitarunum av skelting til tiltøkini hjá FBF og við hesi avtaluni verður Føroyaprent hartil ein av høvuðsstuðlunum hjá Flogbóltssamand Føroya. 

Luttøkan í stóru CEV kappingunum setur stór formkrøv til skelting og líknandi, og tí hevur tað, umframt tann fíggjarliga partin, stóran týdning at fáa Føroyaprent við umborð, sigur Peter Holm, formaður í Flogbóltssamband Føroya.

Á Føroyaprent fegnast vit um, at vit, við hesari stuðulsavtaluni, nú fáa eitt tættari samstarv millum okkum og flogbóltin, sigur Sissal H. Hestoy, søluleiðari á Føroyaprent. Ítrótturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu hava ein leiklut í menningini av flogbóltinum, og at skelting okkara verður at síggja í ítróttahallum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo