Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Visit Tórshavn: Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttakappingum og – tiltøkum.

Føroyar gera seg alsamt meira sjónlig á altjóða ítróttapallinum, og at sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning – bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.

Harafturat skapa ítróttakappingar og -tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð.

Hugskotið og Visit Tórshavn skipa tí fyri verkstovu fyri ítróttasambondum og –feløgum mikukvøldið 23. mars. Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verði karmur um alskyns ítróttatiltøk, er boðin til Føroya at geva okkum íblástur og góð ráð.

Hann fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttatiltøk og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum.

Tiltakið er fyri starvsfólk og limir í ítróttasambondum og -feløgum í Føroyum. Tað verður á Panorama á Hafnia mikukvøldið 23. mars kl. 19 til 21.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til torsinfo(at)torshavn.fo. Viðmerkið hvør kemur við og hvat ítróttasamband ella – felag tit umboða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo