Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Øll lond i vesturheiminum hava eina oljugoymslu at taka til í krepputíðum. Hesar goymslur eru førar fyri at nøkta orkutørvin í viðkomandi landi í nakrar mánaðar og at taka til um ógvusligar broytingar eru í oljuprísinum.

 

Tíanverri eru Føroyar ikki komnar nóg langt á grønu leiðini og tíanverri framvegis sera tengdar av innflutningi av olju har vit sum kunnugt innflyta  omanfyri 1 mia um árið.

 

Vit hava onga neyðgoymslu yvirhøvir og eru sera bundin at oljumarknaðinum.

 

Nú eru stórar broytingar á alheims oljumarknaðinum har so at siga ongin eftirspurningur er eftir olju og vit síggja prísir sum skjótt nærkast 20 dollararum fyri fatið.

 

Oljuvinnan er í stórari kreppu sum fer at verða drúgv. Tað verða nogv feløg sum gevast og kann tað eisini enda við at vit fáa eina veruliga oljukreppu til heystar og við himmalhøgum prísum.

 

Tað vildi verði ynskiligt at man frá almennari síðu, Vinnumálaráðnum td., sær møgulleikan at gera sær dælt av hesari fyri okkum góðu støðu í løtuni.

 

Landsbankastjorin sigur Føroyar hava umleið 6 mia kr tøkar.

 

Eitt hugskot er at landið – við nakað av hesum kapitali -  fer út á oljumarknaðin og keypir/hedgar ein stóran part av nýtsluni hjá Strandfaraskipum Landsins, Atlantic Airways, SEV, tær stóru kommunurnar, Reiðarafelagið osfrs,. Her vildi verði sera nógv at spart við dagsins oljuprísum – kanska 500 mio kr -  og sum aftur vildi bøtt um raksturin hja okkara stóru og vitalu feløgum.

 

Meira enn nakrantíð er alneyðugt at vit nú huxa um Føroysk áhugamál og er tíðin komin at huxa skjótt og alternativt í tí kreppustøðu okkara búskapur er komin í og sum fer at versna munandi um ikki okkara fiskamarknaðir lata upp aftur i næstum.

 

Tíanverri er oljan framvegis hjartablóðið hjá Føroyum og alneyðug fyri ikki at landið legst lamið.

 

Tá einaferð er avhasað mugu øll segl setast til so vit einaferð við alla sleppa frá at vera so bundin av oljuni og gjøgnumføra grønu átøkini.

 

Johan Mortensen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo