Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Klokkan 19:45 í kvøld trína manslandsliðini hjá Føroyum og Póllandi á Tórsvøll. Talan er um sætta umfar í undankappingini til EM 2024. Undan dystinum hava póllendingar 6 stig eftir fimm dystir, meðan Føroyar hava 1 stig, eisini fyri fimm dystir.

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum fyri Føroyar.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø, Hørður Askham og Rene Shaki Joensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan vera Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

Fyri einum stórum mánað síðani møttust Pólland og Føroyar á PGE Narodowy stadion í Warszawa. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 0-0, men seinastu løtuna eydnaðist heimaliðnum at fáa tvey mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo