Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ingilín Strøm, ið varar av umhvørvismálum, fær seg nú roynda í ólukkumát.

Hon vil binda Føroyar til 45% lægri CO2-útlát í 2030 og Null-útlát (?) í 2050.

Ætlanin er óðamanaverk, og mótstøðan móti klima-jihadistum harðnar.

Henda greinin vísir, at framkomnu Føroyar liva ikki uttan nógv kolvetni.

Uttan kol, olju og gass hungraðu 80% ella 6 av heimsins 8 mia íbúgvum í hel.

Tað merkir, at CO2-forboð er størri hóttan enn sjálvt størsta CO2-útlát.

Nógv fleiri fólk doyggja av null-útláti í 2050 enn av vaksandi CO2 til tá.

Sjávsagt rudda vit...
Sum upplýst og ríkt fólk halda vit okkara umhvørvi so reint sum gjørligt.

Farnu 50 árini eru øll tey stóru, opnu ruskplássini  kring Føroyar tyrvd.

Tað mesta burturkastið varð vippað á sjógv. Tað hendir ikki longur.

Í 1970 høvdu ongar bygdir kloakkskipanir. Í dag hava nærum allar.

Aldri fyrr hava 1. heims lond ruddað so væl fyri egnum durum sum nú.

Aldri fyrr hava so nógv fólk drukkið reint vatn og andað reina luft sum nú.

90% av heimsins íbúgvum eta væl. Stórar hungursneyðirnar eru fortið.

M. a. tí liva vit dupult so leingi í miðal nú sum fyri 100 árum síðan.

Í 1950 vóru 50% av heimsins íbúgvum rakfødd móti færri enn 10% nú.

Hesi framstig eru hend, hóast heimsins íbúgvar telja 3 ferðir fleiri enn tá.

Kol, olja og gass eiga mestu takk fyri øll hesi risa framstig í okkara tíð.

Vit kundu hildið fram at filtrera CO2-útlát ístaðin fyri at banna kolvetni.

CO2 er okkara vinur, ikki fíggindi
Tað syndarliga er, at ov nógv fólk eru ræðslusligin fyri útláti frá kolvetni.

CO2 fremur plantuvøkstur og eigur part av æruni fyri vaksandi avgrøði.

Men CO2 umboðar bert 0,04% av luftini í atmosferuni. Hví ræðast tað?

Tað hevur ofta í fyrndini, men eisini í søguligari tíð verið væl hægri.

Tá var eingin ídnaður at geva skyldina, men veðrið var ofta lýggjari enn nú.

At ræða fólk um CO2 er nú ein ‘vakstrarídnaður’, ið mió fólk liva av.

Føroyar lutfalsliga stórt CO2
Vit hava luftalsliga høgt útlát, men umboða kanska 0,00001% av øllum.

Men Føroyar framleiða helst mest matprotein fyri okkara CO2-útlát.

Vit høvdu støðugt CO2-útlát, um 1 mió tons árliga, frá 2001 til 2016.

Tað øktist upp um 1,2 mió tons frá 2016 til 2021, tá tað aftur fall.

Vøksturin í CO2 kom við øktum BTÚ, til Corona doyvdi búskapin.

Eisini ffingu vit meir el-orka úr vatni og vindmyllum í Suðuroy og Havn.

Útlátið fall m.a, tí húsarhald og bilar brendu minni í 2022 enn árið fyri.

Býtið av útláti
Skip standa í 2022 fyri 40% av føroyska útlátinum,
el- og hitaframleiðsla 14%,
akfør 10%,
húsarhald 9%
ídnaður 7%,
landbúnaður 8%, og
handlar og stovnar 3%
(Kelda: Umhvørvisstovan)

Føroysk skip hava sama útlát sum flutningur og ídnaður í størri londum.

Føroyar liva av skipum, og teirra CO2 minkar støðugt, sum frá líður

Góðlukka við og ólukka uttan kolvetni
Ingilín hóttir við 45% lægri CO2-útlát í 2030, vanlukkutíð fyri føroyingar.

0-útlát í 2050 er deyðadómur eisini fyri 6 mia av heimsins 8 mia íbúgvum.

Kolvetni, t.e. kol, olja og gass verður mest brúkt til heimsins framleiðslu.

Uttan olju fingu vit t.d. einki asfalt til vegirnar og bert 20% av verandi orku.

El-orku undantikin verða 80% av allari orku framleidd av koli, olju og gassi.

Máling, alt plast, pennar, vaskipulvur og reinsievni koma úr kolvetni.

Skip, flogfør, motorar, virki, ídnaður og akfør verða drivin við olju og gassi.

Mió vindmyllur og 1000-tals km2 av lendi til sólplátur erstatta ikki kolvetni.

Ongar vindmyllur ella sólpanel
Vindmyllur og sólpanel verða eisini framleidd úr plast og fipur.

Alumin verður mest smeltað við øðiligu orkuni frá kolvetni.

Einki nitrat, tøð til matplantur, uttan gass. Mia fólk og dýr høvdu svøltað.

Einki plastikk til teldur, telefonir, kunstevni, kuvøsur, leikur og sjóklæði.

Til at framleiða stál og betong krevst kolvetni og ikki vindur ella sól.

Uttan stál fingu vit ikki maskinur, amboð, (el)bilar, tok, háhús, skip og brýr.

Vøruflutningur millum landa og innanlands steðgar upp uttan tok og skip.

Evropa keypir nú í loynd russiska olju og gass ímóti egnum boykottum.

Mong ídnaðarvirki í ES eru stongd ella flutt til Kina av ov dýrum orkuprísi.

Kina hevur sáttmálar heima og uttanlands at byggja 600 nýggj kolorkuverk.

Ætlar Ingilín at darva Føroyum í kapping við Kina um orku og ídnað?

Kinverjar flenna at okkara klima-jihadistum í bardaga ímóti okkum sjálvum.

Landbúnaðar og matvørur við olju
Vaclav Smil, prof. er millum fremstu serfrøðingar í orku og skrivar:

Kolvetni er drívmegi og kelda til størstu framstig í okkara sivilisatión.

Síðan 1800 er miðal tøka orkan hjá vesturlendingum økt 700-falt.

Kolvetni krevst til alt insekt-, soppa- og ókrútseitur at verja plantugrøði.

Fyri 20. øld fingust bert tøð til landbúnað frá kríatúrum, sanku og tara.

Haber-Bosh-mátin at fáa ammoniakk úr gassi kollvelti plantugróður.

Øll landbúnaðartól eru úr stáli og gummi og verða rikin við bensini.

Í 1920 gav ein hektarur 2 tons av korni, í dag 11 tons við kunsttøðum.

Í 1850 velti ein bóndi í USA 1 kilo av korni í 11 minuttir. Nú í 2 sekund.

150 myllur og 100 sjódrekar fyri mia kr fara at geva meiri el-orku.

Men vit sleppa ikki undan at hava líka nógva back-upp dieselorku.

Óstøðug vind-og sólorka kann ikki erstatta støðuga orku úr kolvetni.

Torv móti koli ella olju
Eitt ársbrenni av torvi kravdi mánaðvís av arbeiði. (Petur Jákup og Osmund).

Eitt ársbrenni hjá øllum Føroyum gav í samlaðari orku sum 2-3 vindmyllur.

Ingilín kundi liva sum Flintstones: 1 torvleyp til hús annan hvønn dag.

Ein oljutangi kostar eina mánaðarløn til at hita dagsins stóru hús.

Ljós í hvørjum króki kostar 1-2 dagløn/ir um mánaðin.

Dagsins føroyingur brúkar orku, ið svarar til 100 tænastufólk í 1800!

Um Ingilín vil hungur og hall, so minkar hon CO2-útlátið 100% um 25 ár.

Ella vilja tey 2-3-falda BTÚ-ið til 2050, meðan tey 0-stilla CO2-útlátið?

Í Kina brenna tey tá kolvetni. Tað gevur teimum vøkstur og framburð.

Um Karin Margreta fær rætt, eru vit tá á veg til eina ístíð uttan kolvetni?

Men enn eina ferð, Ingilín og øll tit í Thunberg-Jugend:

At kvetta við kolvetni uttan annan erstatning enn vind og sól er svakt.

Hví ikki kjarnorku og/ella vetni? Er tað ieologisk vantrúgv?

Kjarnorka og vetni eru rein, trygg og bílig. Eisini ein góð leið fram.

Vit noyðast at hava flest møguligar orkukeldur og ikki bert til el-framleiðslu.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo