Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Spyr.fo: Við sera lága arbeiðsloysinum, vit hava í løtuni, er tað ein avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at fáa fatur á røttu starvsfólkunum. Men ein nýggj kanning av føroysku arbeiðsfjøldini vísir, at føroyingar kortini eru áhugaðir í nýggjum avbjóðingum og fylgja væl við í, hvat arbeiðspláss hava at bjóða. 

Fjórði hvør føroyingur í aldrinum 18-67 ár leitar ella hevur leitað eftir starvið seinastu 12 mánaðirnar. 43% siga seg vera opin fyri nýggjum starvsmøguleikum, hóast tey ikki eru beinleiðis starvssøkjandi og 59% halda av ymsum orsøkum eyga við starvsmøguleikum sum heild. Serliga er tað aldursbólkurin 18-30 ár, ið leitar eftir størvum og tey, sum í løtuni starvast í matstovu- og ferðavinnu og innan almanna- og heilsverk. 

43% av arbeiðsfjøldini svarar til umleið 12.000 føroyingar, sum siga seg vera opnar fyri møguleikum, og um bara nøkur fá prosent av hesum kunnu sannførast um at søkja starv, er potentialið til at bera eyga við. 

Endamálið við kanningini er millum annað, at kanna um tað eru møguleikar, sum kanska ikki í nóg stóran mun verða troyttir, tá leitað verður eftir starvsfólki. 800 føroyingar í aldrinum 18-67 ár svaraðu kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri starvsmiðilin Alfred. 

"Úrslitini geva eina greiða ábending um, at møguleikar eru hjá arbeiðsgevarum at røkka óvæntaðum umsøkjarum. Men tað krevur, at teir hugsa øðrvísi og breiðari og í størri mun venda sær til tey, sum ikki eru beinleiðis starvssøkjandi, men kortini opin fyri møguleikum," sigur Allan Dalsgarð, stjóri hjá Alfred.

Employer Branding
Meðan aktivt starvsleitandi kanska ikki krevja stórvegis sannføring um at søkja eitt viðkomandi starv, skulu tey, sum ikki aktivt leita eftir starvi, í nógv størri mun sannførast, um tey yvirhøvur skulu umhugsa at søkja eitt nýtt starv. So heldur enn at stara seg blindan í talinum av umsóknum, kunnu arbeiðsgevarar eisini hyggja eftir mátanum, ið lýst verður við størvum og hvønn teir venda sær til við sínum starvslýsingum.

Hvat er tað sum ger arbeiðsplássið til nakað serligt? Hvussu er tað at vera starvsfólk hjá júst hesum arbeiðsplássinum? Hvørjar ágóðar fáa starvsfólkini? Hvat siga starvsfólkini sjálvi um arbeiðsplássið? Hetta er millum annað tað, ið employer branding snýr seg um – at marknaðarføra fyritøkuna sum arbeiðspláss. Tað snýr seg sostatt ikki bara um sjálvt starvið, fakligar avbjóðingar og løn, men í stóran mun eisini um virðir, trivnað, arbeiðsumhvørvi, starvsfelagar og onnur "bleyt" viðurskifti, sum kunnu draga nýggjar – og kanska eisini óvæntaðar – umsóknir til sín. 

Fyri at geva møguligum umsøkjarum eina so góða mynd av arbeiðsplássinum sum til ber, kunnu arbeiðsgevarar millum annað brúka myndir og frásagnir, sum lýsa arbeiðsumhvørvi, starvsfelagar, samanhald, felags upplivingar o.t. Eisini kann tað vera eitt gott hugskot, at lata starvsfólkini sjálvi koma til orðanna og siga frá teirra fakligu og sosialu upplivingum á arbeiðsplássinum. Harumframt er tað vorðið meiri umráðandi, at arbeiðsgevarar vísa opinleika og gjøgnumskygni, eitt nú um javnstøðu, burðardygd, CSR og tílikt sum hevur týdning fyri umsøkjarar og starvsfólk í dag. 

"Um arbeiðsgevarar skulu vinna dystin um tær góðu umsóknirnar og tey bestu starvsfólkini, mugu teir veruliga spíla seg út og vísa seg frá síni allarbestu síðu," sigur Allan Dalsgarð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo