40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Størsta vallyftið hjá danska javnaðarflokkinum var sokallaða ‘Arne pensjónin’, ið skuldi loyva fólki at taka seg fyrr av arbeiðsmarknaðinum, um tey høvdu arbeitt í drúgva tíð. Í uppskotinum til lógarbroytingina varð staðfest, at fólk, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 42, 43 ella 44 ár kundu fara ávikavist eitt, tvey og trý ár fyrr á pensjón.

Tó stúrsaði fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale við hvussu starvsaldurin skuldi roknast. Uppskotið legði nevniliga upp til, at allir borgarar úr ES/EBS londum, úr Sveis ella Stórabretlandi, kundu telja síni starvsár úr í hesum londunum við í samlaða starvsaldrinum, og sleppa fyrr á pensjón í Danmark.

- Einki varð nevnt um, at føroyingar búsettir í Danmark kundu telja teirra starvstíð úr Føroyum við í samlaðu uppgerðini um starvsaldur. Sostatt høvdu fólk úr ES/EBS-londunum, og fólk úr Sveis og Bretlandi betri rættindi í Danmark, enn teir føroyingar, sum eru í Ríkisfelagsskapi við Danmark, sigur Sjúrður.

Hann setti fyrst ráðharranum ein spurning um málið, og tá svarið staðfesti, at føroyingar vóru verri fyri enn onnur, gjørdi hann vart við, at hetta mátti broytast.

Peter Hummelgaard, arbeiðsmarknaðarmálaráðharri gjørdi skjótt av, og sendi hoyringsskriv til føroysku og grønlendsku myndugleikarnar, sum ynsktu at føroyingar og grønlendingar eisini skuldu hava møguleika at telja síni arbeiðsár úr Føroyum og Grønlandi við.

- Tí er lógaruppskotið nú tillagað soleiðis, at føroyingar í Danmark fáa somu rættindini at fara á pensjón sum aðrir útlendskir borgarar fáa, sigur fólkatingslimurin.

Viðheft er bræv, sum Peter Hummelgaard í gjár sendi Sjúrði Skaale.

Sí brævið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo