40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyingar, ið lata seg kanna fyri koronu, fáa nú beinleiðis atgongd til danska koronupassið MinSundhed.

Tað er eitt samstarv millum føroysku fyritøkuna Thetis og Sundhedsdatastyrelsen.

Tað merkir, at tá ið úrslitið er klárt fyri koronukanning, kann boðast frá hjá danska Sundshedsdatastyrelsen og verður sjónligt í donsku appini MinSundhed – eftir 20 minuttir.

Danska samfelagið hevur sett strong krøv til tey, ið vilja eta á matstovu, vitja frítíðarstøð o.a. Eitt nú skal kanningarúrslitið fyri koronukanning vísast fyri at fáa atgongd.

“Vit hava fingið nógvar fyrispurningar um danskt koronupass, og kannaðu vit møguleikan fyri at fáa Thetis góðkent sum kanningarstað. Tað eydnaðist, og tað eru vit sera fegin um.” sigur Marita D. Magnussen, stjóri í Thetis.

Tað er týdningarmikið, at eitt nú føroyskar familjur ikki skulu standa uttanfyri Tivoli og onnur frítíðarstøð og onga atgongd hava, hóast tey hava eina føroyska koronukanning. Við nýggju loysnini verður tað so skjótt og ómakaleyst at fáa somu møguleikar sum danir.

PCR kanningarváttanin hjá Thetis er viðurkend og verður brúkt tá ið eitt nú føroysk sjófólk skulu til arbeiðis ymsastaðni í heiminum – eisini í Danmark.

Egið val
Talan er um eina eyka tænastu og ikki sjálvvirkandi. Tað vil siga, at tá ið tú letur teg kanna hjá Thetis, kanst tú velja hetta sum eina eyka tænastu, og tí verða ongar dátur sendar víðari uttan samtykki frá tí, sum verður kannaður.

Tey, ið vilja at fáa úrslitið í danska koronupassið, skulu hava CPR-nummar, Nemid og taka niður appina MinSundhed.

Thetis hevur fyrr í ár ment eitt føroyskt koronupass, sum inniheldur PCR- kanningarúrslit og andevniskanningarúrslit. Men tíverri er eingin felagsloysn fyri føroyingar í verandi støðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo