Reyði Krossur í Føroyum sendi 13 bingjur við brúktum klæðum av landinum í fjør. Í hvørjari bingju vóru áleið 10 tons av klæðum. Sostatt sendi Reyði Krossur áleið 130 tons av brúktum klæðum av landinum í fjør. Til samanberingar kann nevnast, at í 2020 vóru 11 bingjur sendar av landinum.
Hetta kann lesast í seinastu ársfrágreiðingini hjá Reyða Krossi í Føroyum.
Reyði Krossur hevur 28 bingjur standandi kring landið, eitt nú í Klaksvík, Fuglafirði, Saltangará, Miðvági og Vestmanna.
Samlaða inntøkan var nærum 310 tkr.
- Tíverri var kiloprísurin fyri endurnýtsluklæðir settur niður orsakað av koronu í 2020. Prísurin er tó farin nakað upp aftur í fyrru helvt av 2021, men enn er hann ikki komin upp á sama støði sum undan koronu, sigur Reyði Krossur millum annað í frágreiðingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo