Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað verður ofta sagt í kjakinum um atgongd til náttúruna, at føroyingar kunnu ganga frítt í haganum – og at avmarkingar bara galda fyri útlendingar.

Hetta er bara hálvur sannleiki.

Seinastu árini hevur verið eitt rættiliga ódámlig rák, har fólk her á landi hava upplivað fleiri avmarkingar og eisini hóttanir, tá ið tey hava leitað sær út um bøgarðarnar.

Hetta var eisini orsøkin til, at fólk kring landið fyri fimm árum síðan tóku stig til at stovna Hagafelag Føroya. Endamálið hjá felagnum er at tryggja og verja rættindini hjá fólki at vera í føroysku náttúruni. Felagið varð stovnað, tí at fólk mettu, at siðvenjan hjá vanliga føroyinginum at leita sær út í hagan var hótt.

Sigast skal beinanvegin, at vit, sum ofta eru úti í føroysku náttúruni, sum heild hava sera gott samstarv við tey, sum varða av høgunum. Allarflestu bóndur eru sera vinarligir, hjálpsamir, og tað hevur ikki verið eitt øvugt orð.

Men ein broyting er hend seinastu árini. Ein broyting sum ger, at fólk ikki altíð kenna seg væl – ella trygg – tá ið tey fara út í hagan.

Føroyingar meldaðir
Vit hava seinastu tíðina nøkur dømi um, at føroyingar eru meldaðir til politiið, tí tey hava gingið í haganum. Hesi hava sitið til forhoyr hjá politinum, har teirra ”brotsverk” er, at tey hava verið úti og gingið í okkara vøkru náttúru. Í onkrum føri eru skuldsetingarnar sleptar aftur, men í løtuni bíða 2 fólk eftir niðurstøðuni frá politinum. Tey vórðu meldað eftir ein hagatúr í august mánað í fjør, og nú vit eru í februar, vita tey framvegis ikki, um tey verða revsað, og hvørja revsing tey fáa. Tey fáa ikki eingong innlit í teirra egna mál hjá politinum.

At fólk verða meldað fyri at leita sær út um bøgarðarnar ávirkar fyrst og fremst tey, sum verða meldað. Men tað ávirkar eisini onnur fólk. Alt samfelagið. Ongin hevur hug at verða viðfarin sum eitt brotsfólk, og bara tankin um, at tú kanst verða meldað/ur til politiið, kann gera, at fleiri av okkara borgarum halda seg aftur at fara út í náttúruna.

Føroyingar ótryggir
Eisini siga alsamt fleiri, at tey ikki longur kenna seg so væl at fara út í hagan. Tey óttast fyri, at onkur hevur at teimum. Har tú fyrr sneiddi yvir at fáa tær eitt hugnaligt prát við onkran, tú sást í haganum, er nú meira vanligt at tú skundar tær hinvegin fyri at sleppa undan møguligum ábreiðslum.

Eisini eru fleiri dømi um, at føroyingar, sum hava verið í haganum, hava fingið skeld og atfinningar frá tí, sum varðar av haganum. Hetta er serliga sárt hjá fólki, sum kanska í mong ár hava gingið ein ávísan túr uttan trupulleikar, at tey nú knappliga verða møtt við boðum um, at tey skulu spyrja um loyvi og/ella gjalda fyri at ganga.

Føroyingar gjalda
Eisini eru føroyingar kravdir eftir pengum fyri at ganga í egnum landi.

Fyrstu tíðina, tá ið gjaldsskipan varð sett í verk í Mykinesi, skuldu føroyingar eisini gjalda. Tó varð hetta kravið slept, m.a. tí Hagafelagið talaði at.

Í Saksun varð gjaldsportur sett upp fyri nøkrum árum síðan, og har skuldu eisini føroyingar gjalda fyri at ganga út á Lógv. Nógv fólk hava greitt frá, at júst hesin túrurin í mong ár hevur verið teirra yndistúrur saman við familjuni, men at tey ikki hava verið har, síðan gjaldsportrið varð sett upp.

Ætlanir hava í nøkur ár verið at seta gjaldsportur/gjaldsskipan upp á leiðini niðan á Slættaratind, sum er okkara hægsta fjall. Í kjaki á heystfagnaðinum á Eiði segði ein av fyrireikarunum, at bæði útlendingar OG føroyingar skulu gjalda fyri at sleppa niðan á Slættaratind.

So tá ið sagt verður, at føroyingar ganga frítt og ótarnað, so er tað ikki heilt rætt. Vit hava tíverri fleiri dømi um tað mótsatta. Føroyingar hava onga vissu fyri at ganga hvørki frælst ella frítt.

Mugu tryggja rættin við lóg
Tað er ikki nóg mikið, at summir festarar/ánarar siga, at føroyingar ganga frítt. Tað er heldur ikki nóg trygt við luftigum orðingum at ”føroyingar skulu ganga frítt í haga eftir eini pragmatiskari umsiting av galdandi lóggávu”, sum tað stendur í yvirlýsing frá fundi hjá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum mánakvøldið 12. februar.

Rætturin at vera í føroysku náttúruni má tryggjast í lóg – og ikki í eini ivasamari tulking av gomlu Girðingarlógini frá 1937. Alt annað er óvirðiligt.

Tað er umráðandi, at borgarar og bøndur vita púra greitt, hvørji teirra rættindi og skyldur eru. Við greiðari lóggávu, sum tryggjar fólki rættin at leita sær út í náttúruna í friði, sleppa vit undan trætum og tulkingum. Og fólk fáa vissu fyri, at teirra hagatúrar ikki enda í einum avhoyringarrúmi hjá politinum ella á ákærubonkinum í Føroya Rætti.

Hagafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo