Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fiskimálaráðið: Landsstýrið hevur sett sær fyri at menna eina nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum.

Í hesum sambandi verða 3,2 mió. kr. settar av á fíggjarlógini fyri 2021. Játtanin til veðurtænastu verður harvið hækka úr umleið 5 mió. kr. til góðar 8 mió. kr.

Við hesi fígging byrjar arbeiðið at menna eina dagførda og útbygda føroyska veðurtænastu við betri og neyvari veðurforsagnum fyri allar Føroyar.

Ætlanin fevnir um betri miðling, eins og luttøku í kanningum og gransking av veðri, veðurlagi og – broytingum til gangs fyri sjóvinnu, vinnu á landi, ferðslu, tilbúgving og føroyska samfelagið í síni heild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo