Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Føroyska dartlandsliðið spældi í morgun fyrstu dystirnar í HM-kappingini, sum er í Esbjerg.

Tvímansleikur hjá monnum
Menninir løgdu fyri í tvímansleiki. 98 pør vóru við, og talan var um cup-kapping, so pørini vórðu útsligin, so hvørt tey taptu.

Føroyar høvdu tvey pør við. Jan McIntosh og Uni Árting skulu í eldin sum teir fyrstu ímóti einum pari úr Spania. og vónirnar til, at teir kundu gera seg galdandi í kappingini vóru til staðar. Men Jan og fingið eina sera vánaliga byrjan og komu beinanvegin afturum 0-2. Teir kláraðu at javna til 2-2, hóast spælið ikki veruliga hekk saman. Og tað batnaði heldur ikki í 5. og 6. setti, sum spaniólar vunnu greitt og sostatt taptu Jan og Uni 2-4.

Hitt føroyska parið, Marjus Hansen og Jan Erik Fjallstein skuldi síðan royna seg ímóti eina parið úr New Zealandi. Vónirnar at vinna vóru ikki so øgiliga góðar, tí tann eini leikarin hjá New Zealandi vann gull í einmansleiki við seinasta HM. Men tað vísti seg beinanvegin, at Marjus og Jan Erik vóru klárir frá fyrsta píli og løgdu seg trygt á odda 2-1. Fjórða settið skuldi vísa seg at gerast ógvuliga avgerðandi. Marjus og Jan Erik misnýttu 11 sett-pílar og so javnaðu New Zealendarar til 2-2. Í fimta og sætta setti fekk føroyska parið eisini fleiri sett-pílar, men brendu hvørja ferð og so vann New Zealendska parið 4-2 og føroysku spælararnir iðraðu seg øgiligt um, at teir ikki tóku av møguleikanum at skapa eina lítla sensatión so tíðliga í kappingi.

Einmansleikur hjá kvinnum
Tær fýra føroysku kvinnurnar skuldu í morgun royna seg í einmansleiki. 172 leikarar vóru við.

Beinta Joensen var tann fyrsta at royna seg. Hon spældi móti Ingibjørg Magnusdóttir úr Íslandi. Beinta var væl við tvey tey fyrstu settini, fekk eisini fleiri sett-pílar, sum hon tó misnýtti. Ingibjørg kom framm um 2-0 og eftir hetta var Ingibjørg klárt tann betra og vann dystin 4-0.

Birthe Sikivat møtti einum lettiskum leikara í fyrsta umfari. Lettiska kvinnan skoraði betur, men Birthe var tann tryggara, tá settini skuldi lukkast og fekk eina 3-2 leiðslu. Birthe misnýtti tríggjar dystar-pílar í sætta setti, men avgerðandi settinum var Birthe aftur tann tryggara tá settið skuldi lukkast og vann dystin 4-3. Í øðrum umfari møtti Birthe Brynju Jónsdóttir úr Íslandi. Her var Brynja klárt betri enn Birthe og Brynja vann greitt 4-1.

Joan Edvør Jacobsen sat yvir í fyrsta umfari. Hon skuldi í øðrum umfarið royna seg móti leikara úr Suður Afrika. Fyrsta settið var javnt, Joan Edvør fekk sett-pílar, men hon tíverri misnýtti. Spælið hjá Joan Edvør hekk ikki saman og hon sá út til at vera merkt av nervum. Í triðja setti megnaði hon tó at minka um munin til 1-2 við góðari lukking, men eftir hetta riggaði einki og Joan Edvør tapti 1-4.

Nadja Tróndardóttir sat eins og Joan Edvør yvir í fyrsta umfarið. Í øðrum umfari møtti hon leikara úr Catalonia. Nadja legði seg framm um 3-0 við tryggum lukkingum, men eftir hetta stegaði hon mest um upp og løtu seinni var 3-3. Í sjeynda og avgerðandi settinum vóru báðar týðuliga merktar av nervum og báðar misnýttu nógvar dystar-pílar, áðrenn Nadja lukkaði og vann 4-3.

Í triðja umfari æt mótstøðukvinnan hjá Nadju Deta Hedman úr Onglandi. Deta er 63 ára gomul og er ein legenda í kvinnu-darti. Hetta er hennara 7. HM-kapping og hon hevur áður vunnið 11 HM-heiðursmerkir, so vónirnar hjá Nadju, ið er á landsliðnum fyri fyrstu ferð, vóru ikki serliga góðar. Deta Hedman var eisini klárt tann betra og vann greitt 4-0. Nadja fekk tó tryggja Føroyum fyrsta stigið í samlaða HM-roknskapinum á hesum sinni.

Kappingin heldur fram miku morgun við einmansleiki hjá monnum og lið-dystum hjá kvinnum. Á youtube rásini hjá Dansk Dart Union verður hvønn dag stroymt frá kappingini og til ber eisini at fylgja við øllum dystum á https://tv.dartconnect.com/events/wdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo