Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Allir springararnir sum eru merktir í vikuni eru á lívi og hava ferðast víða hesa vikuna, tað vísa okkara upplýsingar, sigur Bjarni Mikkelsen sum er við til at merkja hval og springara í Føroyum, í einum aftursvari til atfinningarsamar røddir í útlendskum miðlum.

Les eisini: Miðil: Føroyskir granskarar eru "brutalir"

Farnu viku vóru springarar merktir tvær ferðir. Tveir í Leynum og tveir í Gøtu.

Ein av atfinningunum eftir merkingina í Gøtu er, at springararnir bløddu illa og píndust.

Bjarni Mikkelsen sigur, at hóast tað ikki er stórvegis øðrvísi at merkja springara enn grindahval, so er talan um eitt minni djór sum er verri at halda í friði.

- Tað ganga nakrar æðrar upp í hornið, sum springarin brúkar til at køla blóðið. Koma vit ov nær eini æðr tá vit skulu festa sendararnar, so fer at bløða. Men tað grøðist skjótt aftur, og merktu springararnir eru allir farnir til havs og tykjast hava tað gott, sigur Bjarni Mikkelsen við VP. Hann vísir eisini á, at tá blóðið kemur í sjógvin sær tað út av meira enn tað í veruleikanum er.

Granskarar frá Havstovuni hava í nøkrum umførum í summar merkt springara. Tað hava tey annars ikki gjørt síðani 2009.

Bjarni Mikkelsen sigur, at nøkur fyribils úrslit frá granskingini eru, at springarin er meira í flokki, tá hann er inni við land enn úti á sjónum. Eisini vísa ílegukanningar, at tað ikki er stórur slektskapur ímillum teir springararnar sum eru í flokki, tá teir eru inni við land.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo