Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

PH: Danski felagsskapurin ”Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond” lutar árliga út serligan heiður til bestu næmingarnar, ið hava lært til slaktara í danska kongaríkinum. Í ár fall heiðurin á nýútbúna slakataran hjá Krás, Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík.

Talan er um árliga Thorvald Michelsens legatið, har fýra teir bestu slaktaranæmingarnir í danska kongaríkinum fáa eitt legat við eini peningagávu, umframt heiðurin fyri at hava víst serligan ídni, dugnaskap og felagsanda undir útbúgvingini.

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, fegnast um, at hansara lærlingur hevur fingið henda heiðurin og sigur, at “tað er týðandi fyri okkara samfelag, at ungfólk taka handverkaraútbúgvingar eins og hesa. Tað er eitt týðandi og sermerkt handverk at haggreiða og framleiða kjøt, soleiðis, at føroysku døgurðaborðini eru tryggjaði fyrstafloks mat hvønn dag á árinum. Tað eru dugnaligir slaktarar sum Ásbjørn við til at tryggja.”

Ásbjørn er byrjaður í føstum starvi sum slakari hjá Krás, sum er matvøruvirki í Hósvík, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo