40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið í morgin, og nú verður latið upp fyri nýggjum bólkingum á korona.fo. Tað eru tey, ið eru 75 ár og eldri, sum kunnu bóka tíð til koronukoppseting.

Eftir øllum at døma kemur nýggj sending við koppingarevni frá Pfizer til Føroya í annaðkvøld, og verður koppsetingin tí tikin uppaftur hósdagin. Talan er um umleið 4.000 skamtar av koppingarevni hesaferð.

Góður helmingurin av skamtunum verður brúktur til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin skal nýtast til at endurkoppseta fólk, ið hava fingið fyrra prikið.   

Í fyrstu syftu eru tað fólk, ið eru 75 ár og eldri, sum fáa tilboð um at bóka tíð til koppseting á korona.fo.

Góð ráð, tá ið tú kemur á koppsetingarstaðið
Tá ið tú kemur á koppsetingarstaðið skalt tú brúka:

  • Bíleggingarkvittanina á fartelefon ella á pappíri
  • Møt stundisliga
  • Tað gula altjóða vaksinatiónskortið, um tú hevur eitt

Hugsa eisini um hvørjum tú ert í. Tú fært eitt prik í armin, og best er um starvsfólkini lættliga kunnu koma framat at prika.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt ein lítlan film við góðum ráðum til tín, sum skal koppsetast. Sí filmin HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo