Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað segði fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, tá umboðsmaðurin í 2010 hevði ”avdúkað” óskilið í almennu fyrisitingini.

Løgmaður kom fyri ein krígsrætt í tinginum, og tingfólk kravdu stórvask í miðfyrisitingini.

Umboðsmaðurin hevði loypt varg í alt samfelagið.

Táverandi tingformaður Hergeir Nielsen fór enntá so langt at hann segði, at tað hevði sømt seg, at ”tey seku” niðurløgdu síni politisku størv, so vit aftur fingu ein virðiligan gerandisdag.

Tað varð eingin ið so mikið sum hugsaði, at frásøgnin frá umboðsmanninum kundi hava álvarsligar veikleikar.

Men tað hevði hon!!

Tað kostnaði tí almenna fleiri milliónir at staðfesta, at frágreiðing umboðsmansins var ein stormur í einum vatnglasi.

Tvær tænastumannakanningar av tveimum aðalstjórum og tvær kanningar av tveimum landsstýrismonnum staðfestu, at har var einki at koma eftir.

Sum vanligt við slíkum kanningum er tað skattgjaldarin ið er taparin og advokatar sita við stóra vinninginum.

Eftir at hesar kanningar frá donskum serfrøðingum í fyrisitingarrætti høvdu avdúkað fakliga dugnaloysi hjá føroyska umboðsmanninum, tagnaðu brølini frá ”óhefta” monopolinum í Sortudíki og har hevur verið deyðatøgn síðani. 

Flestu føroyskir politikarar munnu skammast við málið og vilja tí ikki tosa um tað.

Tað hevði klætt føroyska umboðsmanninum at biðið løgtingið loyst seg úr starvið, eftir at fakliga dugnaloysið varð avdúkað fyri 4 árum síðani.

Tað hevði skapt virðing um bæði persón og embæti. Men monopolpressan kom umboðsmanninum til hjálpar við at tiga málið í hel.

Men 5 ára starvstíðin hjá verandi umboðsmanni er úti á nýggjárinum, og tað sigst, at umboðsmaðurin hongur í leysum lofti.

Enn eru nøkur fólk her á landi, ið minnast 4 ár aftur.

Nøkur tingfólk vilja nú, at 5 ára starvsskeiðið stillisliga verður longt 5 ár afturat, men tingið hevur ein trupulleika.

”Føroya fólk er troytt av at einki fær avleiðingar”, søgdu fleiri tingfólk fyri 5 árum síðani.

Og lætt var at játta pening til kanningarnar, ið sum kunnugt peikaðu á umboðsmannin, sum við síni frágreiðing hevði órættað ósek fólk og familjur teirra.

Verður núverandi umboðsmaður settur fyri eitt nýtt fimm ára skeið hava tingfólk havnað sítt egna skarn.

Tá kann fólkið av sonnum siga:  ”Vit eru deyðatroytt av at einki fær avleiðingar….”

Skattgjaldari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo