40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: “Bo Hejlskov er ein fantastiskur frásøgumaður, sum rakti beint á og næstan broytti mína verðinsmynd.” Kathrine F. Gunnløgsson. Temadagur 29. august.

Fólk streyma til temadagin við Bo Hejlskov Elvén, sum verður í Smæruni 29. august. Hann kemur til Føroya at halda temadag um atferðartrupulleikar og harðskap, verbalan og fysiskan.

Upplivir tú við hvørt trupla atferð í sambandi við títt arbeiðið ella privat? Kanska eisini harðskap? Antin verbalan ella fysiskan? Um tú ikki veitst, hvussu tú kanst takla hetta, kann tað verða bæði óttafult og farligt at vera til arbeiðis. Kom við til temadagin við Bo Hejlskov – sum vit eru sera heppin at hava fingið til Føroya, tí hann er bæði sera væl dámdur og sera upptikin.

Temadagurin er fyri teg, sum ofta ella av og á upplivir trupla atferð –á arbeiðsplássinum ella heima. Tú arbeiðir kanska sum pedagog, í eldrarøktini, sosialráðgevi, innan sjúkrarøkt, í psykiatriini, hjá politinum, saksviðgeri, móttøkufólk, foreldur ella annað.

Alla staðni har fólk samlast, síggja við atferðartrupulleikar. Á temadegnum lærir tú at takla truplu atferðinavið effektivum metodum.

Seinasta freist at tekna seg til temadagin við kenda - "og næstan ikki til at fáa fatur á" Bo Hejlskov, er 25. august. Tekning á Atferðartrupulleikar v/Bo Hejlskov ella www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo